Veturin kom við kulda og kava Ringt er hjá seyðinum, hart er at skava Kalt er í berligum bóli Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir Burtur úr túninum hundurin rýmir Inni situr kúrandi Óli Gler er í á og skalvur í brekku Rínur og hvínur í hvørjari sprekku Óli er grammur í huga Situr og hugsar um summar og gleði Fuglur var kátur, og lambið var fegið Nú hómast ikki ein fluga Omman á bríkini sigur frá søgum Abbin úr fjøruni kemur við øðum Oman kemur maður av Gørðum "Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!" Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar Har kemur Klæmint við kørðum