Hvørt skalt tú ríða Ólavur mín? Í lofti hongur brynja tín Eg fari mær á heiði ta villini hind at veiða Tú fert ikki at veiða hind. Men tú fert til tína leikalind. Hvít er tín skjúrta, væl er hon tvigin, í blóði verður hon av tær drigin Ólavur ríður eftir bjørgunum fram (Kol og smiður við) Fann hann upp á eitt álvarann (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Út kom eitt tað álvafljóð (Kol og smiður við) Flættað hár á herðar dró (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Ver vælkomin Ólavur Riddararós (Kol og smiður við) Tú gakk í dans og kvøð fyri os! (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Eg kann ikki meira hjá álvum vera (Kol og smiður við) Í morgin lati eg mítt brúðleyp gera (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Vilt tú ikki longur hjá álvum vera (Kol og smiður við) Sjúkur skalt tú títt brúðleyp gera (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Hvat heldur vilt tú sjey vetur liggja á strá (Kol og smiður við) Ella vilt tú í morgin til moldar gá? (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur, ilt er at liggja leingi sjúkur Fyrr vil eg í morgin til moldar gá, enn eg vil sjey vetur liggja á strá Hon skonkti honum í drykkjuhorn (Kol og smiður við) Har fór í tað eiturkorn (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur drakk (Kol og smiður við) Hans breiða belti um hann sprakk (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Hoyr tú Ólavur fríði (Kol og smiður við) Tú kyss meg, áðrenn tú ríður! (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Ólavur heim í garðin fór (Kol og smiður við) Úti hans móðir fyri honum stóð (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Mín kæra móðir, eg sigi tær sann (Kol og smiður við) Mín foli snávaði um ein stein (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Ólavur vendist til veggin brátt (Kol og smiður við) Hann doyði langt fyri miðnátt (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Har komu av tí bú (Kol og smiður við) Líkini trý, tey vóru so prúð (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!) Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív (Kol og smiður við) Tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív (Ungir kallar, kátir kallar! Gangið upp á gólv, dansið lystilig!)