Báturin á landi
Hevur fingið dieselpest
Er á Álakeri

Skuldi veri á fjørinum
Fløktur í snøru
Duggandi við ritunum

Reyður og hvítur
Gjørdur av glasfipur
Smíðaður í Kalbak

Siglur um oyggjar
Fiskar og dregur
Hummararúsur

Fimur í drápi
Í Sandageri
Tann tíð er farin

Einaferð, so silgdi hann
Á botn niðri í Bakka
Tá var eingin góður

Nú aftur á sleipistøð
Bíða ein mánað
Hárini grána

Sat eg við róðrið
So var annað skilið
Á Nólsoyarfirði

So var eg úti at
Stima við soninum
Fram eftir, norðan

Hólmasund og Kúrberg
Runt um Hvítanes
Aftur um fjallið